Myndir: Flaggdagsrøða frá einum flaka

Øðrvísi flaggdagshald var við Kráartanga í Leirvík í dag, har borgarstjórin, Jóhan Christiansen, helt røðu á einum flaka. Eini 170 fólk vóru við á landi, 13 bátar lógu á vágni og um 100 fólk fylgdu við á Facebook, har Leirvíks Páll skótarnir stroymdu flaggdagshaldið beinleiðis.