Framsýning í Blásastovu

Í vetur hevur verið arbeitt við at fáa gomlu lækjuna millum húsini framaftur, og er hetta arbeiði nú um at verða liðugt. Onkur tiltøk eru í stoypiskeiðini í summar og verða tey kunngjørd, so hvørt tey nærkast.

Orsaka av korona støðuni, væntar savnið ikki nøkur ferðafólk frá ferðamannaskipum í ár. Nøkur vitjandi væntast úr Danmark og Íslandi, men vónar savnið at síggja nógv fólk, sum ferðast í egnum landi í ár. 

Upplatingartíðirnar eru lýstar niðanfyri, men eisini ber til at bíleggja vitjan ella gerast limur í Gøtu fornminnisfelag á heimasíðu savnsins www.blasastova.fo.  

Blásastova verður í 2020 opið í tíðarskeiðnum 15. juni til 15. august.

Savnið verður opið:

Týsdag, Mikudag, Hósdag, Fríggjadag og Leygardag

kl 13-17

Annars er savnið opið eftir avtalu. Tlf 222717

 Kostnaður: Vaksin: 75,- kr, Børn 10,- kr

Bólkar á 15 ella fleiri: 50,- kr fyri hvønn vaksnan  

Til ber at bíleggja vitjan á www.blasastova.fo.  Facebookbólkur hjá savninum: Blásastova – Gøtu Fornminnissavn

Search by