Brandvenjing í Leirvík í kvøld

Sløkkiliðið í Eysturkommunu boðar frá, at brandvenjing verður á Kráartanga í Leivík í kvøld.

Í sambandi við venjingina verður eldur settur í ein campingvogn umleið kl.19.30. Tí kann væntast nógvur roykur og útrykningur á økinum.

Óviðkomandi verða biðin um at halda seg burtur frá økinum.

Search by