Um starvið
Varadeildarleiðarin virkar fyri, at búfólk og starvsfólk trívast og hava góðar umstøður at liva og virka.
Tú kemur at hava klinisku ábyrgdina av sjúkrarøktini á Gøtubrá og sostatt hava ábyrgd av teimum sjúkrarøktarfakligu uppgávunum við bæði geriatriskum, samansettum, bráðfeingis, somatiskum og sálarligum heilsuavbjóðingum. Tú hevur serlig fakøki so sum heilivág, kliniska vegleiðing og palliatión um hendi og virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan (PCC).
Tú tryggjar upplæring av nýggjum starvsfólkum. Saman við deildarleiðaranum tryggjar tú skjalfestan, gerð av og íverksetan av mannagongdum.
Tú samskiftir við avvarðandi og samstarvar tvørfakligt við fleiri ymiskar fakbólkar bæði innan- og uttanhýsis. Tú avloysir deildarleiðaran, tá hesin er burturstaddur.
Førleikakrøv:
Vit vænta, at tú:
Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur:
Vit kunnu bjóða:
Setanar- og lønarviðurskifti
Tann, sum sett/ur verður, hevur tilvísing til deildarleiðaran á Gøtubrá og tekur við starvinum tann 1. november 2025. Talan er um starvsbrøk á 0,8, dagvaktir gerandisdagar við møguleika fyri hægri brøki við at arbeiða í vikuskiftum.
Starvið verður at seta sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og KAF/Fíggjarmálaráðið.
Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Edit Andreasen, deildarleiðara, tlf. 730252 og teldupost edit@eystur.fo ella Poulu Reinert-Petersen, leiðara Nánd, tlf. 730204 og poula@eystur.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, tílvísingum v.m. skulu sendast til edit@eystur.fo ella Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 16.10.2025.
Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv, og dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Sí meira um Nánd her