Í samband við at skúlin í Leirvík verður umvældur og bygdur út, er nakað av innbúgvi, ið skal ruddast út.
Talan er um innbúgv av ymiskum slag. Borð, benkur, krakkar o.a.
Tit eru vælkomin framvið í fimleikarhøllini í morgin, mikudagin 30. apríl kl. 15 – 19, at fáa tykkum av tí, ið er sett fram har.