Virksemi á dagstovnunum frá mánadegnum og 14 dagar fram

Dagført 16. mars 2020 kl. 12:30

Frá mánadegnum 16. mars verður dagstovnavirksemi bert opið fyri børn, hvørs foreldur skulu røkja arbeiðsligar skyldur, ið neyðugar eru í samfelagnum, og tí hava tørv á dagstovnavirksemi til teirra børn.

  • Hetta er galdandi fyri børn í vøggustovu og barnagarðs aldri, sum lúka krøvini omanfyri.
  • Børn í forskúlaaldri kunnu koma í forskúla fyrrapart og í frítíðarskúla seinnapart, um tey lúka krøvini omanfyri.
  • Børn í frítíðarskúlaaldri, 1. og 2. flokkur, kunnu koma í skúla fyrrapart og í frítíðarskúla seinnapart, um tey lúka krøvini omanfyri

Í hesum sambandi skulu foreldur, ið hava tørv á dagstovnatilboði, boða frá hjá dagstovnaleiðaranum, nær tey hava tørv á dagstovninum og við hvørji orsøk.

Dagstovnaleiðarin á hvørjum stovni skipar virksemi soleiðis, at hesi eru undir mest møguligari trygd og til minst møguligan ampa fyri børn og starvsfólk. 

Hvørjar arbeiðsligar skyldur eru roknaðar sum neyðugar?

Dagstovnar, skúlar og frítíðarskúlar taka ímóti børnum upp til 2. flokk, tá ið foreldur onga aðra loysn hava enn at senda børn síni í skúla ella á stovn.

Talan kann vera um foreldur, hvørs størv fevna um samfelagsligar kjarnuuppgávur og -veitingar, m.a. í heilsuverkinum, innan eldraøkið, løgreglu, kriminalforsorg, tilbúgving, ruskkoyring, handilsvinnu, flutning, útflutningsvinnu, almennan tíðindaflutning og annað.

Um foreldur, hvørs starv fevnur um tílíkar kjarnuuppgávur og –veitingar, ongan annan møguleika hava at fáa børn síni ansað, er hendan serskipanin galdandi.

Sí samband til dagstovnarnar her:

Search by