Back

Íverksetanarstuðul

Reglugerð fyri skipanina við íverksetanarastuðli í Eysturkommunu.

§ 1.
Fyritøkur, við heimstaði í Eysturkommunu, kunnu søkja Eysturkommunu um stuðul til keyp av ráðgevingartímum hjá vinnuráðgeva, grannskoðara, sakførara ella øðrum serkønum fólki.

Stk. 2.
Stuðulin kann bara verða latin nýstovnaðum fyritøkum ella fyritøkum undir stovnan. Fyritøkur, sum hava verið virknar, men eru steðgaðar og nú vilja í gongd aftur, kunnu ikki fáa stuðul.

Stk. 3.
Stuðul verður ikki latin til íløgufeløg og í serligum førum tilskilar Eysturkommuna sær rættin, ikki at veita íverksetarastuðul.

Stk. 4.
Samanlagt kann sama fyritøka í mesta lagi fáa stuðul á kr. 10.000,- til keyp av ráðgevingartímum.

§ 2.
Stuðulin er treytaður av, at ráðgevin er skrásettur ella á annan hátt formliga hevur hóskandi førleikan.

Stk. 2.
Stuðul verður latin eftir umsókn á serstøkum umsóknarblað. Einstaki stuðulin er treytaður av, at rúmd er á tí játtan, sum kommunan árliga setur av til tiltakið.

Stk. 3.
Umsókn verður svarað í seinasta lagi 14 dagar eftir, at umsóknin er latin kommununi.

§ 3.
Í umsóknini skal í minsta lagi vera frágreiðing um:

  1. Endamálið við ráðgevingini
  2. Endamálið við fyritøkuni
  3. Fíggjar- og rakstrarætlan
  4. Yvirlit yvir eigaraviðurskifti, nevnd og stjórn.