Útbygging av dagstovninum Gjáa

Verkætlan

Liðugt
100%

Stutt lýsing

Arbeiðið umfatar bygging av nýggjum dagstovni við Gøtugjógv. Talan er um økið omanfyri verandi barnagarð og niðanfyri viðarlundina, á matr. nr. 13e og um nýbygging av dagstovninum Gjáa.

Nýggi dagstovnurin verður uml. 1.300 m2 brutto í tveimum hæddum og kemur at hýsa 4 barnagarðsstovum og 4 vøggustovum, íalt 8 stovur við tilhoyrandi inngongd, vesir, gardrobur, goymslurúm. Frammanfyri bygningin, verður í báðum hæddum útlagt eitt spæliøki.

Dagstovnurin kemur at rúma íalt 112 vøggustovu- og barnagarðsbørnum.

Serstakt snið

Tað eru Osbjørn Jacobsen Arkitektar Sp/f, sum í 2017 vunnu arkitektakappingina um nýggja dagstovnin. Uppskotið fevnir um bygning í tveimum hæddum, lagdir oman á hvønn annan, við eini forskjóting. Bygningurin er lagdur inn í lendið. Vøggu-stovurnar liggja í ovaru partinum og barnagarðurin í niðara partinum. 

Bygningarnir eru bundnir saman við einum dupulthøgum rúmi, sum gongur frá ovastu enda av bygninginum til niðasta enda. Hetta rúm, ið er miðhøllin og virkisrúm, fær dagsljós inn frá báðum endum og í miðjuni.

Hesin bygningurin ger, at sum minst verður tikið burtur av lendinum, og havin við trøðum omanfyri kemur til sín fulla rætt.

Uttandura millumrúmini millum stovurnar, har vindeygu eru, binda stovurnar saman tvørtur um útipartin á ein hátt, sum skapar opinleika og økir um nýtslumøguleikar og uupplivilsi. Hartil hava stovurnar góðan sólargang tað mesta av degnum.

Fakta um verkætlan

Væntast liðugt: apríl 2023
Kostnaður: 54 mió. kr
Arkitektur: Osbjørn Jacobsen Arkitektar
Arbeiðstakari: MT Højgaard

Samlað gólvvídd: 1.296 m2
Pláss: íalt 112 børn – 60 barnagarðsbørn og 52 vøggustovubørn

Støðulýsing

18. jan. 2023

Eru í gongd við spælipláss uttanfyri samstundis sum inniarbeiði er í gongd.

18. feb. 2022

Reisigildið var í dag.

21. des. 2021

Betongarbeiðið verður liðugt um ársskiftið 2021/2022.

4. mai. 2021

19. jan. 2021

Útgrevsturin er liðugur. Næsta stig er at gera fundamentir til stoyping.

24. sept. 2020

Arbeiðið er komið væl áleiðis við útgrevstri av stykkinum.

17. aug. 2020

Fyrsti spaki settur í.

30. jun. 2020

Byrjað verður at grava mánadagin 17. august.

11. jun. 2020

Sáttmáli er undirskrivaður í dag við MT Højgaard um byggingina. Væntandi verður byggitíðin 18 mðr. Samlaði kostnaður fyri verkætlanina er 54 mió. kr.

30. apr. 2020

Á býráðsfundi samtykti ein meirluti í býráðnum at fara í samráðingar við MT Højggard um møguligan sáttmála. MT Højgaard átti lægsta tilboðið, ið kom inn til lisitatiónina, áljóðandi 38.885.471 kr. u/MVG. Afturat handverkararútreiðslum koma óvæntaðar útreiðslur, ráðgeving, fakeftirlit, byggileiðsla, Innbúgv, eisini koma byggiharraútreiðslur, sum t.d trygging og EL.

Tað gevur ein samlaðan kostnað á 53.835.569 kr. við kommunu MVG. Tá er aðurnevnda parkeringsøki á matr. nr. ”13w” við Gøtugjógv ikki íroknað.

Eisini skal viðmerkjast at býráðið hevur samtykt at 1 % av verkætlanini skal brúkast til list, tað merkir at áleið 538.000 kr. skal leggjast afturat upphæddini.

17. apr. 2020

Lisitatión var í dag í samband við bygging av nýggjum barnagarði við Gøtugjógv. Lægsta tilboðið var frá MT Højgaard áljóðandi 38.885.741 kr u/MVG. Tilboðini verða nú gjøgnumgingin, og síðan verður farið undir samráðingar við tann veitaran, ið verður valdur.

Fimm fyritøkur sendu tilboð inn fyri nýbygging av dagstovninum. Tað vóru 38,9 mió til 46,3 mió. kr u/MVG. Kostnaðarmetingin, sum ráðgevin gjørdi fyri hálvum øðrum ári síðan var á 35.654.424 kr.

Tilboðini vóru soljóðandi (uttan MVG):

Articonkr. 42.844.288,-
Búseturkr. 42.960.681,-
J&K Petersenkr. 46.297.118,24
MT Højgaardkr. 38.885.471,-
Norconkr. 42.797.559,26

Eisini vóru nøkur alternativ tilboð givin við sportgólvið:

Articonkr. 42.164.593,-
Búseturkr. 42.298.611,- (umframt annað alternativt tilboð á kr. 41.793.060,-)
MT Højgaardkr. 38.744.823,-
Norconkr. 42.465.951,26

 

25. mar. 2020

Serstøðan orsakað av Corona ger, at lisitatiónin verður útsett til 17. apríl.

5. mar. 2020

7 arbeiðstakarar vórðu góðkendir í prækvalifikatiónini. Útbjóðingartilfar varð sent út í dag, og lisitatión (tilboð koma inn) verður 3. apríl 2020.

11. feb. 2020

Almenn lýsing løgd út, har áhugaðar fyritøkur vórðu bodnar at søkja um undangóðkenning at geva tilboð uppá byggingina av Gjáa.

Mett tíðarætlan:

Undangóðkenning10.02.2020 – 21.02.2020
Góðkenning av arbeiðstakarum24.02.2020 – 28.02.2020
Útboð02.03.2020 – 03.04.2020
Lisitatión03.04.2020
Sáttmálar o.a.06.04.2020 – 08.04.2020
Møgulig tilriggingartíð ísv. bygging:13.04.2020 – 01.09.2020
Byggitíð13.04.2020 – 01.04.2022

4. feb. 2020

Pengar eru settir av í 2020. Í næstum verður ein almenn prækvalifikatión – t.v.s. arbeiðstakarar kunnu søkja um at vera við til at bjóða uppá arbeiðið, men skulu góðkennast áðrenn fyri at tryggja, at allir arbeiðstakarar eru fult førir fyri at útføra arbeiði.

Aftaná at arbeiðstakarar hava bjóða seg fram, verður arbeiðið boðið út millum góðkendu arbeiðstakararnar.

14. jan. 2020

Nú verður gongd sett á arbeiði við at byggja ein nýggjan dagstovn við Gøtugjógv. Á býráðsfundi beint fyri jól samtykti býráðið at seta 12 mió. kr. av í 2020 til nýggjan dagstovn við Gøtugjógv. Restin verður síðan sett av í 2021 og 2022.

6. jun. 2018

Sáttmáli undirskrivaður við Ósbjørn Jacobsen Arkitektar um nýbygging av dagstovnuninum Gjáa við Gøtugjógv. Talan er um eina heildarráðgeving, har Osbjørn Jacobsen Arkitektar koma at standa fyri byggiverkætlanini.

Search by