Parkeringsøki á takinum og spæliøkið sunnanfyri ánna er ikki tikið við í byggiverkætlanini.

Undangóðkenning av høvuðsarbeiðstøku

Í sambandi við bygging av nýggjum dagstovni við Gøtugjógv verður hervið boðið fyritøkum at søkja um undangóðkenning at geva tilboð uppá omanfyrastandandi uppgávu.

Lýsing av uppgávuni:

Arbeiðið umfatar bygging av nýggjum dagstovni við Gøtugjógv. Talan er um økið omanfyri verandi barnagarð og niðanfyri viðarlundina, á matr. nr. 13e.

Nýggi dagstovnurin verður uml. 1.300 m2 brutto í tveimum hæddum og kemur at hýsa 4 barnagarðsstovum og 4 vøggustovum, íalt 8 stovur við tilhoyrandi inngongd, vesir, gardrobur, goymslurúm. Frammanfyri bygningin, verður í báðum hæddum útlagt eitt spæliøki.

Dagstovnurin kemur at rúma íalt 112 vøggustovu- og barnagarðsbørnum, umframt einum stavsfólkahópi á uml. 30 fólk.

Høvuðsarbeiðstøkan:

Høvuðsarbeiðstøkan fevnir um allar fakarbeiðstøkur í sambandi við bygging av nýggja dagstovninum. 

Treytir:

Áhugaðir høvuðsarbeiðstakarar kunnu fáa tilfar framsent um treytir ísv. undangóðkenning, og harumframt tekningar og tíðarætlan, við at senda eina umbøn til info@arkitektar.fo

Tíðarætlan:

Undangóðkenning10.02.2020 – 21.02.2020
Góðkenning av arbeiðstakarum24.02.2020 – 28.02.2020
Útboð02.03.2020 – 03.04.2020
Lisitatión03.04.2020
Sáttmálar o.a.  06.04.2020 – 08.04.2020
Møgulig tilriggingartíð ísv. bygging:13.04.2020 – 01.09.2020
Byggitíð13.04.2020 – 01.04.2022   

Víst verður annars til tíðarætlan í tilfarinum ísv. undangóðkenning.

Freist:

Áheitan um undangóðkenning skal sendast til info@arkitektar.fo, og vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 21. februar 2020.

Search by