Aftast frá vinstru: Birna Pálsdóttir Isholm, Hallur Foldbo og Andrea Akselsdóttir. Fremst frá vinstru: Ári Hansen, Per Martin Gregersen og Dagur Tórheðinsson.

Ungdómsráðið havt sín fyrsta fund

Fyrr í ár samtykti býráðið í Eysturkommunu at seta á stovn eitt Ungdómsráð umboðandi ung frá 6. til 10 flokk. Umframt hesi, situr borgarstjórin og eitt umboð úr umsitingini í ráðnum.

Reglugerðin fyri ráðið sigur, at mist tveir fundir skulu verða hildnir árliga. Fyrsti fundurin hjá fyrsta Ungdómsráðnum varð hildin í býráðssalinum hjá Eysturkommunu mikudagin 27. oktober, so sigast kann, at hetta var ein søguligur dagur.

Hugaligt var at hoyra, hvørjar tankar og meiningar tey ungu høvdu um viðurskifti í Eysturkommunu, sum eru viðkomandi fyri tey ungu. Fleiri viðurskifti vórðu til umrøðu og tað var eitt gott og gevandi kjak, sum borgarstjórin kundi taka við sær til víðari umrøðu og viðgerð í politisku skipanini.

Í Eysturkommunu ungdómsráð sita:

  • Umboð fyri 6. flokk:  Ári Hansen
  • Umboð fyri 7. flokk: Dagur Tórheðinsson
  • Umboð fyri 8. flokk: Andrea Akselsdóttir
  • Umboð fyri 9. flokk: Birna Pálsdóttir Isholm
  • Umboð fyri 10. flokk: Hallur Foldbo
  • Umboð fyri Eysturkommunu eru: Per Martin Gregersen, borgarstjóri og Ove Heinesen, skrivari

Næsti fundur hjá ungdómsráðnum er ásettur at verða í januar mánaði komandi ár.

Search by