Sparkivøllurin í Leirvík hevur fingið nýtt umhvørvisvinarligt graslíki, og er hetta fyrsti vøllur av sínum slag í Føroyum.
Ístaðin fyri gummi-granulat, er sokallað kork-granulat í nýggja vøllinum. Kork er úr træbarki og er sostatt meira umhvørvisvinarligt.
Umframt at sandur er í botninum á graslíkinum, er ein mátta undir graslíkinum. Máttan ger, at vøllurin kennist bleytari.
Graslíkið er frá Idé Møblum.