Integratiónsamstarvið í norð-eystur økinum bjóðar borgarum til kunningarfund á Miðnámi á Kambsdali hósdagin 24. september 2026.
Fundurin er ætlaður fólki, sum nýliga eru flutt til Føroyar, og hevur til endamáls at geva eina góða innleiðslu í føroyska samfelagið. Luttakararnir fáa kunning um føroyska mentan, gerandisdagin, rættindi og skyldur, umframt innlit í tær tænastur og møguleikar, sum eru tøkir fyri borgarar í Føroyum. Afturat hesum verður høvi at hitta onnur nýkomin og knýta sambond í lokalsamfelagnum.
Fundurin verður hildin:
Teir tilflytarar, sum skulu møta til fundin, hava fingið boð umvegis vanga.
Í sambandi við víðari menning av integratiónssamstarvinum hevur Integration NorthEast eisini fingið eitt nýtt búmerki. Endamálið er at styrkja felags samleikan og at gera samstarvið um integratión í Norðureysturøkinum meira sjónligt.
Búmerkið er einfalt og innbjóðandi. Bókstavirnir „i“, „n“ og „e“ mynda navnið, samstundis sum bókstavirnir ímynda fólk, ið standa lið um lið. Hetta skal ímynda felagsskap, samanhald og fjølbroytni, sum eru týðandi virði í integratiónsarbeiðinum.