Umhvørvis- og rørsludagar byrja í dag

Í dag 14. juni byrja umhvørvis- og rørsludagar í Eysturkommunu. Komandi dagarnar verður ljós varpað á umhvørvi og rørslu við nøkrum spennandi tiltøkum.

Týsdagin 14. juni kl. 17:00:

Gongurtúrur upp um Leirvíksfjall. Vit byrja við Blásastovu og enda á Báta- og Listasavninum, har pannukøkur og heitt at drekka verður at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Mikudagin 15. juni kl. 16:30

Tann árligi ruddingardagurin í Eysturkommunu. Vit byrja eins og vanligt við høsnarunga og kipsi við skúlan í Leirvík og í Víkingahúsinum í Norðragøtu. Síðani verður ruddað og at enda – um 7-tíðina – verður kaffi og køka at fáa við skúlan í Leirvík, har tað eisini er møguligt at fáa eina plantu við sær heim.

Hósdagin 16. juni kl. 19:30

Fyrilestur um umhvørvi og hvussu tú lættliga kann skilja burturkast betur. Góð ráð kunnu fáast og spurningar verða svaraðir. Sissal Lervig, Marknaðarførslu- og Samskiftisfólk hjá IRF, hevur fyrilesturin, sum verður í Víkingahúsinum í Norðragøtu.

Search by