Trom frumsýning í morgin

Nú nærkast løtan, ið nógv hava glett seg til. Nýggja sjónvarpsrøðin Trom kemur út um vikuskifti. Fyrst verður røðin frumsýnd í Løkshøll í Runavík leygardagin, áðrenn røðin verður at útgivin á Viaplay leygarkvøldið klokkan 22 føroyska tíð. Harumframt verður TROM at síggja í Havnar Bio sunnudagin.

Tað eru eini 7 ár síðan, at ungi gøtumaðurin, Torfinnur Jákupsson, ið hevur skrivað handritið til sjónvarpsrøðina, greiddi býráðnum í Eysturkommunu frá sínum ætlanum at skapa stóra kykmyndarøð úr krimiskaldsøgunum hjá Jógvani Isaksen.

Tað hevur verið ein stór gleði at síggja hugskot og ætlanir gerast til veruleika, at kunna stuðla verkætlanini frá byrjan og fylgja við gongdini, og so at møta filmsliðnum, leikarum og mongum øðrum starvsfólkum hjá Trom, tá tey løgdu seinastu hond á upptøkurnar í Føroyum í Eysturkommunu og enntá inni í býráðshúsunum í summar. Tað var hósdagin 10. juni at tey filmaðu fyri seinastu ferð til krimirøðina Trom í Eysturkommunu.

Trom ferðaliðið var í Gøtu hendan dagin og gjørdi upptøkur. Jógvan Isaksen, skaldsøguhøvundur og Torfinnur Jákupsson, leikritahøvundur, vóru báðir við ferðalagnum. Jógvan Isaksen er gøtumaður; mamman er úr Syðrugøtu og pápin úr Norðragøtu. Torfinnur Jákupsson er eisini gøtumaður; mamman er úr Syðrugøtu og pápin úr Norðragøtu. So tað var ein stór gleði og ein stórur heiður, at báðir vóru við her norðuri til seinastu upptøkurnar.

Samrøðu við Jógvan Isaksen og Torfinn Jákupsson

Teir settu seg saman við Honnu Jensen til eitt prát um uppvøkstur, skriving, íblástur og mangt annað í húsunum hjá Karli. Hendan samrøðan kann hoyrast niðanfyri. Flóvin Jónsson Tyril hevur tikið upp. Eisini er tað forkunnugt, at samrøðan kundi gerast inni í stovuni í Húsinum hjá Karli, sum Eysturkommuna hevur halgað nútíðar list – skapan og miðlan – og sum Tummas Jákup Thomsen, handverkari og listamaður úr Gøtu hevur sett í stand.

Nýggjasta brellbitin frá Viaplay, ið gevur sjónvarpsrøðina út, sæst niðanfyri.

Search by