Trom í Gøtu ein dag

Hósdagin 10.juni filmaðu tey fyri seinastu ferð til krimirøðina Trom í Eysturkommunu. Síðani tíðliga í vár hevur filmsliðið, sum tekur upp krimirøðina, sum Torfinnur Jákupsson hevur skrivað við íblástri frá krimiskaldsøgunum hjá Jógvani Isaksen, verið ymsastaðni kring landið og tikið upp – eisini fleiri ferðir í økjum í Eysturkommunu.

Filmsverðin er serlig, tí meðan arbeiðið at taka upp, fer fram, sæst eingin heildarmynd – bert onkur savning av fólki, stativum, tólum og bilum – men tá søgan so kemur á løriftið, bergtekur hon smá og stór og rívur í okkum, kropp og sál.

Mong hava lisið krimiskaldsøgurnar hjá Jógvani Isaksen, bæði heima og í skúla, og við honum fingu vit ein føroyskan krimiskaldskap, føroyskar detektivar og áhugaverdar samtíðarlýsingar og -greiningar. At hetta hevur týdning og inspirerar mong er sjálvsagt, men stórleikin sum bókmentir skapa, fekk eitt nýtt og óvæntað andlit, tá ungi gøtumaðurin, Torfinnur Jákupsson, greiddi frá sínum ætlanum at skapa stóra kykmyndarøð úr tilfarinum, sum hann greiddi býráðnum í Eysturkommunu frá fyri eini 6-7 árum síðani.

Og tað hevur verið ein stór gleði at síggja hugskot og ætlanir gerast til veruleika, at kunna stuðla verkætlanini frá byrjan og fylgja við gongdini, og so at møta filmsliðnum, leikarum og mongum øðrum starvsfólkum hjá Trom, nú tey løgdu seinastu hond á upptøkurnar í Føroyum í Eysturkommunu og enntá inni í býráðshúsunum í seinastu viku.

Jógvan Isaksen er gøtumaður, mamman er úr Syðrugøtu og pápin úr Norðragøtu. Torfinnur Jákupsson er eisini gøtumaður, mamman er úr Syðrugøtu og pápin úr Norðragøtu. So tað var ein stór gleði og ein stórur heiður, at báðir vóru við her norðuri til upptøkurnar farna hósdag. Og vit hava tann forrætt at luta eina samrøðu við teir báðar og millum teir báðar, sum ungi Flóvin Jónsson Tyril hevur tikið upp. Eisini er tað forkunnugt, at samrøðan kundi gerast inni í stovuni í Húsinum hjá Karli, sum Eysturkommuna hevur halgað nútíðar list – skapan og miðlan – og sum Tummas Jákup Thomsen, handverkari og listamaður úr Gøtu setur í stand, og sum fyri stuttum eru tikin í nýtslu.

Upptøkan, har Hanna Jensen tosar við høvundarnar báðar í Húsinum hjá Karli, kann síggjast
og hoyrast her:

Search by