Parkeringsøki á takinum og spæliøkið sunnanfyri ánna er ikki tikið við í byggiverkætlanini.

Tilboð komin inn fyri nýbygging av dagstovninum Gjáa

Lisitatión var í dag í samband við bygging av nýggjum barnagarði við Gøtugjógv. Lægsta tilboðið var frá MT Højgaard áljóðandi 38.885.741 kr u/MVG. Tilboðini verða nú gjøgnumgingin, og síðan verður farið undir samráðingar við tann veitaran, ið verður valdur.

Fimm fyritøkur sendu tilboð inn fyri nýbygging av dagstovninum. Tað vóru 38,9 mió til 46,3 mió. kr u/MVG. Kostnaðarmetingin, sum ráðgevin gjørdi fyri hálvum øðrum ári síðan var á 35.654.424 kr. 

Tilboðini vóru soljóðandi (uttan MVG):

  • Articon: kr. 42.844.288,-
  • Búsetur: kr. 42.960.681,-
  • J&K Petersen: kr. 46.297.118,24
  • MT Højgaard: kr. 38.885.471,-
  • Norcon: kr. 42.797.559,26

Eisini vóru nøkur alternativ tilboð givin við sportgólvið:

  • Articon: kr. 42.164.593,-
  • Búsetur: kr. 42.298.611,- (umframt annað alternativt tilboð á kr. 41.793.060,-)
  • MT Højgaard: kr. 38.744.823,-
  • Norcon: kr. 42.465.951,26
Search by