Svimjifelagið fingið navn

13 navnauppskot komu inn til kappingina um at finna nýtt navn til svimjifelagið í Eysturkommunu og nevndin í felagnum hevur avgjørt, at felagið skal eita Svimjifelagið REYSTI, sum Per Dávidsson Jacobsen hevur skotið upp.

Í uppskotinum stendur m.a.: “At vera reystur, er eitt nú at vera – sterkur, kraftamikil, máttmikil, tvør/ur, fattur, rankur o.s.v. Eitt navn, sum lýsir svimjiandan á góðan hátt. Tað ræður um at vera tvørur, sterkur og kraftmikil, tá man kastar seg út í hesa stuttligu, sunnu og eisini beinhørðu kappingargrein.Deilir man navnið upp, so fær man ikki bara Reysti burturúr, men eisini Eyst. Soleiðis fær man bæði boðskapin, men eisini felagsandan og staðið við.”

Vit ynskja felagnum til lukku við navninum

Search by