Diabetes kanningar í Leirvík týsdagin 17. november

Týsdagin 17/11 verður møguligt at luttaka í granskingarverkætlanini “Finn øll við Diabetes 2 í Føroyum” í Leirvík. Kanningin fer fram á tilbúgvingarstøðini frá kl. 15.00 til kl. 18.00.

Endamálið við kanningini er at finna øll í Føroyum, 40 ár og eldri, við diabetes 2, og eisini prædiabetes, sum er eitt undanstig til diabetes 2. Kanningin tekur einans 5 minuttir, og umfatar eitt lítið prik í fingurin og so nakrar fáar spurningar. Úrslitið av kanningini fær man á staðnum.

Føroyar hava serstakar fortreytir fyri gransking av hesum slag. Vit eru ein lítil og væl avmarkað tjóð, og tí hava vit ein sjáldsaman møguleika at bjóða nærum einum heilum aldursbólki at verða kannaður fyri diabetes 2 og prædiabetes. Hetta er ein serstakur møguleiki, sum kann vera torførur at fremja í størri londum. Við einari so umfatandi kanning kunnu vit fáa eina neyvari mynd av, hvussu útbreidd diabetes 2 og prædiabetes eru í Føroyum.

Luttakaratalið er nú á 10.000, men málið er enn at røkka 18.000 luttakarum.

Kom og ver við!”

Search by