Eysturkommuna hevur fingið nýggja stuðulsreglugerð til mentanar- og frítíðarvirksemi. Hendan reglugerðin kemur ístaðin fyri tað gomlu reglugerðina um stuðul til frítíðarvirksemi.
Tað eru fleiri broytingar í nýggju reglugerðini, m.a. at tað nú verða tvær umsóknarfreistir árliga, 1. februar og 1. september, standard oyðublað skulu brúkast til umsóknina og tey sendast til adressuna stuðul@eystur.fo.
Hevur tú spurningar um nýggju stuðulsreglugerðina, er tú vælkomin at seta teg í samband við Fríða B. Nielsen, vinnu- og mentanarsamskipara, á tlf.: 730028, ella fridi@eystur.fo”
Umsøkjarar skulu brúka oyðiblaðið “Umsókn um stuðul til mentanar- og frítíðarvirksemi”, ið finst her.