Umsókn um stuðul til mentanarlig tiltøk og frítíðarvirksemi

Eysturkommuna veitir á hvørjum ári stuðul til endamál, ið eru viðkomandi fyri Eysturkommunu. Eysturkommuna stuðlar sum heild bert borgarum, sum hava skrásettan bústað í kommununi, tó kann stuðul játtast, tá mett verður, at persónar/tiltøk umboða Eysturkommunu á serligan hátt.

Fyri at reglugerðin um stuðul til frítíðarvirksemi skal vera rúmligari og neyvari, verða tvær umsóknarfreistir á hvørjum ári – 1. apríl og 1. september.

Tú kanst senda umsókn á Vanganum ella taka niður oyðublað, ið skal sendast til studul@eystur.fo. Umsóknin verður síðan løgd fyri mentanarnevndina til støðutakan. Umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi 4 vikur eftir umsóknarfreistin er farin.

Hevur tú ikki Samleikan, kanst tú taka oyðublað niður her til at prenta út. (skal undirskrivast)

Search by