Stuðulskonto til fríðkan (borgarainitiativ)

Eins og undanfarna ár, hevur býráðið í Eysturkommunu sett pening av á fíggjarætlanini fyri 2022, sum gevur borgarum í kommununi møguleikan at søkja um stuðul til ymiskar smærri verkætlanir í Eysturkommunu.

Á fíggjarætlanini fyri 2022 eru kr. 100.000 settar av til endamálið.

Freistin fyri at søkja um stuðul er 15. apríl 2022

Reglugerð fyri stuðulskonto til fríðkan

Eysturkommunu býráð hevur samtykt, at geva borgarum í kommununi loyvi at søkja um stuðul til ymiskar smærri verkætlanir í Eysturkommunu, sum eru alment gagnligar.

Dømi um smærri verkætlanir kunnu vera:

  • smærri gøtur
  • grøn økir
  • smærri trivnaðarøkir

Stuðulin hevur til endamáls at skapa trivnað millum grannaløg og at eggja borgarum til at fríðka og hugna um í nærumhvørvinum.

Fyri at fáa játtaðan stuðul, skal verkætlanin í minsta lagi uppfylla fylgjandi treytir:

  • vera almenn gagnlig
  • hava eina kostnaðarmeting
  • hava eina tíðarætlan
  • stuðul umfatar tilfar og ikki arbeiðsløn

Umhvørvis – og trivnaðarnevndin avgerð, hvør fær stuðul.

Er talan um stuðulsumsókn, sum ikki kann verða latin eftir hesi reglugerð, kann Umhvørvis – og trivnaðarnevndin velja at leggja umsóknina til aðra nevnd at viðgera ella at vísa umsóknina frá sær, við fráboðan um at hon fellur uttanfyri reglugerðina.

Umsóknarfreistin er 15. apríl 2022.

Umsókn, sum lýsir endamálið við stuðlunum, kostnaðarmeting og tíðarætlan, verður at senda til eystur@eystur.fo

Search by