Stór gleðiboð kunngjørd av teimum smæstu

Í gjáramorgunin var barnagarðsgudstænasta í Gøtu kirkju. Hetta er árlig samvinna millum Gøtu kirkju og dagstovnin Gjáa. Væl er fyriskipað, og námsfrøðingar og starvsfólkið annars eiga tunga takið.

Undan gudstænastubyrjan bjóðaði Dagbjørt Ó. Hansen, leiðari á dagstovninum, foreldrum og avvarðandi vælkomnum. Hon greiddi stutt frá námsfrøðiligu grundarsteinunum, ið arbeiðið hvílir á. Í ársins síðstu mánaðum er evnið: “Mentanarligir úttrykshættir og virðir”. Í hesum sambandi hava tey lagt dent á listina í nærumhvørvinum og jólaevangeliið. Úr jólaevangeliinum í ár varð serligur dentur lagdur á einglar. Hesar tænandi andar, sum verða útsendir teimum til hjálpar, sum skulu arva frelsu.

Á skránni var luciakór, jólaleikur, sálmasangur, bøn og prestur hevði prædiku um einglar. Innlæringarhættirnir eru eyðvitað ymiskir og er tað, sjálvur at framføra eina søgu, eitt gott amboð í námsfrøðiliga amboðskassanum.

Vanligt er nærum fullsett kirkja til hesa tænastu, men vegna farsóttina vóru einans tvey boðin við fyri hvørt barnið. Hetta skilja øll.

Millum foreldrini vóru komandi borgarstjórahjún, Per Martin og Inga Gregersen, sum á triðja sinni áttu aktiu í leikinum.

– Vit eiga ein lítlan drong, sum stóð inni í kór sum ein av einglunum í dag. Hann er sjálvandi okkara eingil, men í dag kundu so onnur eisini síggja hann sum ein slíkan, helt Per Martin fyri. Hetta er eitt frálíkt tiltak, sum rørir meg hvørja ferð.

Eisini borgarstjórin, Jóhan Christiansen, ið spakuliga riggar av, var við til løtuna.

– Eg havi verið við hvørjaferð, tað hevur verið skipað fyri hesum frálíka tiltaki. Slík tiltøk leggja meira í børnini, enn vit í fyrstu syftu geva okkum far um.

Vakrast er tá smábørn syngja, yrkti H. A. Djurhuus á sinni. Nakað er um tað og eins vakurt er, tá ið børnini sjálvi kunnu prædika fyri okkum vaksnu við framføra leik, har størstu gleðiboðini verða okkum kunngjørd.

– Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði! Luk 2,11

Nes Prestagjald

Search by