Samanspæl ímillum vinnulív og kvøldskúlan um integratión

Kvøldskúlin í Eysturkommunu er rættiliga farin í gongd eftir heystferiuna. Í ár eru 35 skeið bjóðað út, og áleið 250 fólk hava meldað seg til.

Millum nýggju skeiðini er eitt skeið í føroyskum fyri tilflytarar. Eftir áheitan frá Fiskavirkinum í Norðragøtu og Høvdavirkinum í Leirvík, hevur kvøldskúlin samskipað eitt skeið fyri áleið 25 tilflytarum, sum arbeiða í báðum fyritøkunum.

Skeiðið verður liðugt á páskum, og tað er Rúni Bjarkhamar sum undirvísir. Hetta er fyrstu ferð kvøldskúlin bjóðar út eitt tílíkt skeið. Vónandi fer hetta at hjálpa tilflytarum, við at integrera seg, bæði í virkjunum og í kommununi.

Search by