Røðan til jólatræshaldið í Leirvík

Her er røðan, ið Fríðfinnur Johnsson helt, tá jólatræið í Leirvík varð tendrað 4. desember 2019.

Góða samkoma børn, ung og vaksin.

Vælkomin øll somul til jólatræshaldið her í Leirvík.

Eina serliga tøkk fara eg at bera skótunum, sum á hvørjum ári, so trúliga, við tykkara kyndlum gera løtuna serliga huganliga.

Somuleiðis ein tøkk til kórið. Gøtu kirkju ungdómskór, takk fyri at tit seta ein so hátíðarligan dám á løtuna, tað eru vit takksom fyri.

Ja, so skulu vit aftur tendra jólatræið, og vit merkja nú enn tíðiligari, at jólini nærkast. Nógv eru so ótolin, at tey kunnu ikki bíða við at tendra ljósini,  nú myrkrið er komið. Tað er eins og tey vilja hjálpa til at reka myrkrið burtur, og eg skilji tey væl. Hesi nógvu ljósini, nú vit eru komin út í desembur, lívga upp, tey reka tað ringasta myrkrið burtur, og tað er eins og tey kveika hesa vónina, at nú er ikki so langt til jóla. Eg má siga fyri mítt viðkomandi, mær dámar hesi ljósini.

At koma koyrandi gjøgnum bygdina, og so síggja, at nú hava eini hús tendrað ljósini, og dagin eftir, ja so eru tað eini onnur hús, sum eisini  hava tendrað ljósini, tað er eins og bygdin hevur tikið dystin upp við myrkrið, nú einar tríggjar vikur eftir, at vit mistu sólina, og ikki fáa hana aftur fyrr enn á kyndilsmessu.

Eg sá á sosialu miðlunum nú ein dagin, at onkur mælti til, at kommunan lat ljósini brenna nakað út í januar, tí tað virkar so ræðuliga myrkt, tá ið øll ljósini hjá kommununi verða sløkt, ofta longu 2. januar.

Eg taki undir við hesum sjónarmiði. Vit kundu sum eina byrjan latið ljósini lýst til hálvan januar, ella fyri at brúka ein gamlan merkisdag, 20. kvøld jóla, sum er 13. Januar. Tí sum sagt verður í vísuni – At telja jólini. “Mær gav sankta Mortan 20. kvøld jóla, 20 stútir nú er jólini úti.” So í gomlum døgum vóru jólini roknað at varða til 20. kvøld jóla, also til 13. Januar.

Fyrr í tíðini, tá ið ljós vóru rættiliga dýr, tá vóru ikki so nógv ljós og heldur ikki brendu tey so leingi, sum vit gera nú. Men jólaaftan, tá brendu ljós í nærum hvørjum vindeyga, og mong vóru tey, sum eisini brendu ljós hjá neytunum jólaaftan. Tað var eins og vildu húsfólkini geva kúnni lut í stóru gleðini, at nú vóru jól.

Vit hava helst øll upplivað, hvussu stóra ávirkan ljós hevur á okkum. Um vit t.d. leingi hava gingið í myrkri og so knappliga koma inn í eina ljósa stovu, so merkja vit, hvussu tann óhugni, sum myrkrið oftast hevur, hvørvur, og vit gerast lættari í sinni, og vit hava hug at tosa og flenna, fyri at úttrykkja okkara gleði. Ja, soleiðis er ljósið.

Men vit, sum kristin eru, hava eina serliga grund til at tendra ljós hesa tíðina, tí vit hátíðarhalda Jesu føðing. Søgan um Jesu føðing er ein fantastisk søga. At hugsa sær, at ein ung ógift genta í einari lítlari bygd í Palestina, fekk boð frá einum eingli  um, at hon skuldi vera mamma frelsaran, og hon trúði tí. Og øll hini rundan um hana, tey fóru, sum tíðin leið, eisini at trúgva, at hetta var sætt. Drongurin, sum hon hevði føtt, var nakað heilt serligt, Ja, hann var tann Mesias, sum Gud hevði boðað um. At boðskapurin, sum einglarnir bóru hirðunum, Óttist ikki, tí tykkum er ein frelsari føddur, hann er eisini til okkum. Jesus kom við boðskapinum um, at fyri Gudi eru vit øll líka. Vit eru øll  Guds børn, og hann gav okkum sítt evangelium, hendan gleðiliga boðskapin, at hann hevur tikið allar okkara misgerðir á seg, og at tí nýtist okkum ikki at óttast.

Ja, vit kunnu av sonnum kveikja ljós fyri jólunum, og tí gleðiliga boðskapi, sum jólini bera okkum.

Gleðilig jól øll somul.

Search by