Nú er klárt at melda til prutlkoyrikort í Eysturkommunu.
Stað: Leirvík
Skeiðið er skipað í samstarvi millum Fuglafjarðar kvøldskúla og Kvøldskúlan í Eysturkommunu.
Nær: Ástøðis parturin er 4 ferð um vikuna yvir 2 vikur – tveir tímar hvørja ferð. Byrjað verður 21. mars
Høli: Brandstøðin í Leirvík.
Kostnaður: 1900 kr.
Lærari: Sandy í Lambanum, 217677
Tilmelding: kvoldskulin.eystur.fo
Treytin fyri luttøku er at næmingurin er fyltur 15 ár í seinasta lagi 1.juni 2022.
Havið dóps- ella navnabræv og passmynd við.
Um skeiðið: Bólkur AM 15 ár 30 km/t. Skeiðið er 35 undirvísingartímar, ávikavist 15 tímar í teori, 12 tímar í venjingarkoyring og 8 tímar í fyrstuhjálp. Fyrstu undirvísingartímarnir eru í teori.