Mynd: Alex Perez á Unsplash

Nýggj lásaskipan til fimleikahallirnar

Nýggj skipan er tikin í brúk til fimleikahallirnar, har borgarar kunnu bíleggja ein tíma í fimleikarhøllini í Leirvík ella Gøtu á netinum, rinda við gjaldskorti og sleppa inn uttan lykil.

Nýggja lásaskipanin er elektronisk og er knýtt at online bíleggingarsíðuni. T.v.s. um tú bíleggur ein tíma til mikukvøld kl. 20-21, so verður hurðin til høllina sjálvvirkandi læst upp 10 minuttir áðrenn og læst, tá tit eru liðug.

Við hesum er munandi lættari hjá borgarum at fáa atgongd til fimleikarhallirnar, ið kunnu leigast aftaná skúlatíð og til kl. 23 um kvøldið. Tú sleppur undan at heinta og lata innaftur lykil til høllina, og inni á bíleggingarsíðuni finnur tú beinanvegin útav, nær høllin er tøk.

Tað einasta, ið krevst, er at tú stovnar tær ein brúkara á nýggju bíleggingarsíðuni.

Um ein tími skal avlýsast fært tú fult endurgjald, um avlýsingin ferð fram minst 3 tímar áðrenn. Um tú avlýsir aftaná hetta, rindar tú fyri tíman.

Vitja nýggju bíleggingarsíðuna fyri fimleikahallirnar á https://hallir.eystur.fo

Search by