Á myndini (tilvildarlig raðfylgja): Anders Geertsen frá Nordisk Energiforskning í Danmark, Sigurður Svein Jónsson úr ISOR orkustovninum í Íslandi, Ragnar Ásmundsson frá OS orkustovninum, Johnny Lindstrøm frá Åland Landskapsregering, Klaus Lage Labansen frá Nukissiorfiit í Grønlandi, Michael Guldbæk Kristensen frá Energiakademiet. Harafturat vóru umboð við frá Umhvørvisstovuni, PB Consult, ið er ráðgevi hjá kommununi umframt Fríðfinnur Johnsson, ein av stigtakarunum til verkætlanina og Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu.

Nevndin í Nordisk Ministerråd á vitjan í samband við jarðhitaverkætlan

Nevndin í Nordisk Ministerråd var á vitjan í Eysturkommunu seinnapartin í dag. Gestirnir hugdu eftir og vórðu kunnaðir um jarðhitaverkætlanina í Leirvík, sum Nordisk Ministerråd er við til at fíggja.

Nevndin vitjaði fyrst í býráðshúsinum, har Demich hevði framløgu um verkætlanina. Síðan varð farið til Leirvíkar at hyggja eftir, hvussu arbeiðið er sett upp. 

Arbeiðið at bora verður liðugt í næstu viku, og síðan verður byrjað at grava fyri at leggja vatnleiðingar frá boraðu holunum til skúlan og niðan til Giljagarð. Í hesum sambandi gravaði Per Martin fyrsta bøkkin í dag. 

Talan er um eina grøna intelligenta upphitingarskipan, ið kemur at hava framkomna tøkni, sum lagar nýtsluna eftir, nær framleiðslan er mest grøn. Royndirnar frá verkætlanini verða virðismiklar í útbyggingini av framtíðar el- og upphitingarskipanum. 

> Les meira um verkætlanina

Search by