Fysio- og ergoterapeut til Nánd

Nánd leitar eftir tveimum dugnaligum eldsálum.
Hevur tú fysio- ella ergoterapeutiska útbúgving og ynskir at arbeiða fulla ella niðursetta tíð og hevur koyrikort? So er tað møguliga tær, vit leita eftir!

Nánd arbeiðir tvørfakliga, og tit koma at hava tilknýti til eitt toymi við 12 starvsfólkum, ið hava ymiskar praktiskar og fakligar førleikar. Vit gleða okkum til at víðka toymið við tykkara førleikum, so okkara eldru borgarar og húsfólk fáa bestu fortreytir fyri at gerast so sjálvbjargin sum gjørligt. Arbeiðsøkið hjá Nánd er bygdirnar: undir Gøtueiði, Syðrugøta, Norðragøta, við Gøtugjógv, Leirvík, Kambsdalur, Fuglafjørður og Hellurnar.

Í løtuni verður arbeitt við at innrætta nýggj høli, har venjingarhøli, skrivstovur, starvsfólkarúm og viðgerðarhøli skulu liggja á sama stað. Eitt tað fyrsta, tit koma at gera, er at mynda nýggju venjingarhølini.

Vit gleða okkum til at fáa eina umsókn frá tær, har tú, millum annað, greiðir okkum frá, hvussu tú sært fyri tær bestu handfaring, eggjan og stimbran av borgarum, ið hava tørv á at læra at handfara sína nýggju lívsstøðu og kunna skapa sær nýtt innihald í lívinum. Somuleiðis ynskja vit eisini at hoyra tína áskoðan um, hvørji tilboð tú heldur, húsfólk á Sambýlum eiga at fáa.

Umsóknir
Størvini hava tilvísing til deildarleiðaran, verða lønt sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag og verða at seta 1. juni 2017 ella skjótast gjørligt. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringa til Onnu Jacobsen, deildarleiðara á telefon 730212 gerandisdagar ímillum klokkan 10.00-16.00.

Umsókn, prógv, viðmæli og møguligar tilvísingar verða at senda til teldupostadressu: nand@eystur.fo, og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 18. apríl 2017 kl. 15.00. Samrøður verða hildnar í viku 17.


Nánd er Heimatænastan fyri eldri borgarar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu. Kommunurnar báðar hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m. fyri at bjóða eina góða tænastu til okkara eldru borgarar.

Missiónin hjá Nánd er at hava dygdargóðar tænastur, ið kunnu stimbra likamliga, sálarliga og sosialt soleiðis, at borgarin kann búgva sum longst í egnum heimi. Okkara visjón er, at vit vilja vera í fremstu røð við at stuðla undir lívsgóðsku, sjálvbjargni og heilsufremjan, og vit leggja dent á virðini; at hava álit, at fremja gleði í gerandisdegnum og at veita fakliga umsorgan. Tað er út frá hesum, vit gera okkara arbeiði.

Sí meira um Nánd her.

Search by