Økistónar stuðlaði í november mánaði tríggjar konsertir í Gamla skúla í Leirvík. Konsertir vóru við Lyon Hansen, Marius Ziska og Leu Kampmann, og Høgni Lisberg var fyriskipari.
Hetta er fyrstu ferð í longri tíð at nakað størri tiltak hevur verið í Gamla skúla. Høli og umstøðurnar bóru brá av hugna, og sum heild eydnaðist tiltøkini sera væl. Sí myndir niðanfyri.
Eysturkommuna eigur Gamla skúla, og hevur hevur víst stóra vælvild fyri tiltakinum.