Móttøka á nýggja dagstovninum við Gøtugjógv

Í dag var almenn móttøka í Gøtugjógv, tá ið nýggji dagstovnurin Gjái var tikin í nýtslu.

Eini 300 fólk var komin framvið at hyggja eftir snotiliga byggninginum, sum gøtumaðurin, Ósbjørn Jacobsen arkitektur, hevur tekna.

Fyrst var tað borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen, sum bjóðaði vælkomin og bar nøkur orð fram um nýggja stovnin og alt arbeiðið sum lá aftanfyri.

Umframt borgarstjóran, so hildu Rannvá R. Hentze, leiðari á Gjáa, Ósbjørn Jacobsen arkitektur, Marjun Andreasardóttir, forkvinna í Umhvørvis- og trivnaðarnevndini í Eysturkommunu og umboð fyri MT Højgaard í Føroyum, røðu.

Borgarstjórin, Per Martin Gregersen, segði í síni røðu, at á stovninum er pláss fyri tilsamans 112 børnum – 60 barnagarðsbørnum og 52 vøggustovubørnum.

Vøggustovurnar eru í erva, meðan barnagarðsstovurnar eru í neðra. Á stovninum koma at arbeiða millum 25 og 30 starvsfólk.

Jón Eliassen spældi og sang nøkur løg. Eftir at røður og sangur var av, bjóðaði borgarstjórin leskiligt ábit, kaffi og annað leskandi til bæði børn og vaksin.

Eysturoyarportalurin var til staðar og tók nakar myndir av hátíðarløtuni.

Niðanfyri eru eisini nakrar myndir av nýggja dagstovninum.

Search by