Kann hjálpa børnum við serligum avbjóðingum

Sera góð undirtøka var fyri fyrilestrinum, sum skúlastýrið í Eysturkommunu skipaði fyri 10. mai. Fleiri enn hálvt hundrað foreldur, lærarar, námsfrøðingar og onnur, sum dagliga eru um okkara børn, høvdu leitað sær í skúlan í Leirvík at hoyra, um hvussu man við lutfalsliga lættari og miðvísari venjing kann hjálpa einum barni við neurologiskum avbjóðingum.

Eitt barn við neurologiskum avbjóðingum kann hava tað trupult við eitt nú at hugsavna seg, at lesa og skriva, at skilja felags boð, at vera í larmi umframt nógv annað. Sum tað bleiv greitt frá á fyrilestrinum, so kann man við ymiskum venjingum hjálpa hesum børnum við teirra avbjóðingum, og á henda hátt styrkja tey fakliga. Hervið fáa tey eisini eitt betri upplivilsi í mun til skúlan og skúlagongdina.

Endamálið við fyrilestrinum var at vísa á, at hjálp er at heinta, tá talan er um børn við neurologiskum avbjóðingum. Í hesum føri er talan um eina privata klinikk, og sum støðan er í løtuni, er neyðugt, at foreldur sjálvi seta seg í samband við klinikkina og rinda fyri kostnaðin av venjingunum.

Skúlastýrið vónar, at karmarnir um at hjálpa børnum við serligum avbjóðingum gerst betur, og er hetta eitt stig á leiðini.

Fyri meiri kunning sí:

Framløgan frá fyrilestrinum kann takast niður her

Search by