Listaframsýning “Við øðrum eygum”

Í sambandi við at listamaðurin Tummas Jákup Thomsen fylti seksti í fjør, tóku nøkur vinfólk og fjepparar, stig til at skipa fyri einari serligari heiðursframsýning, sum fagnar fjølbroytta avrikinum hjá sermerkta listamanninum úr Norðragøtu.

Heitið á framsýningini sipar bæði til eyðkenda surrealistiska stílin hjá listamanninum – tað, at hann sýnir okkum heimin “við øðrum eygum,” men spælir samstundis við tann dupulta týdningin, sum kann liggja í, at vit á føroyskum ikki hoyra mun á “øðrum” og “ørum,” og at vit kanska mangan eru skjót at síggja “tað øðrvísi” sum “ørt”.

Harumframt er tað so, at til hesa framsýningina eru tað onnur enn Tummas Jákup sjálvur, sum velja út og heingja upp. Takkað verið uttanhýsis stuðuli eru fyriskiparnir slopnir at spæla sær eitt sindur við innramming og karmum annars.

Tað verður bæði høvi at síggja og keypa nýggjari verk hjá Tummasi, umframt at fyriskipararnir sýna úrval av myndum, sum tey sjálvi hava keypt frá Tummasi gjøgnum árini, í serligari “fjepparasalon”.

Framsýningin verður í hølunum hjá arbeiðsmannafelagnum Hæddini í Saltangará. Hesi hølini eru fyri kortum lagaði til at kunna hýsa listaframsýningum, og á Mentanarvikuni herfyri vístu tey seg at hóska sera væl til endamálið.

Framsýningin letur upp fríggjadagin 19. mai kl. 17. Til ferniseringina fer Meinhard Jensen at røða um listina hjá Tummasi. Paula Gaard og Kári Sverrisson spæla eisini nøkur løg. Harumframt verður okkurt serliga gott til góman. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Hvar? Hæddin, Heiðavegur 19, 600 Saltangará Nær? Fernisering er 19. mai kl.17-19. Síðani verður opið fram til 1. juni, allar dagar millum 16-18 og annars eftir avtalu.

Mentanargrunnurin, Eysturkommuna og Runavíkar kommuna hava stuðlað tiltakinum.

Search by