Kvøldskúlaframsýning í Gøtu skúla

Sunnudagin 7. apríl bjóðar kvøldskúlin í Eysturkommunu til framsýning í Gøtu skúla. Framsýningin er frá kl 16.30 – 19.00.  Á skránni eru m.a. tónleikaframførslur frá næmingum og framsýning av ymiskum handaligum arbeiði.

Skráin er hendan

Framsýningin verður sett av Katrini Kjartansdóttir
Kvøldskúlanæmingar spæla gittara og klaver
Barnadansurin framførur
Luttakarar í kvøldskúlanum vísa teirra handaligu arbeiði fram

Kaffi og køka verður at fáa, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Search by