Kvøldskúlaframsýning í býráðshúsinum

Kvøldskúlin í Eysturkommunu bjóðar til framsýning í býráðshúsinum sunnudagin 11. apríl frá kl. 17.00-20.00. Á skránni eru tónleikaframførslur og dansiframførslur við næmingum og framsýning av ymiskum handaligum arbeiði.

Skráin sær soleiðis út:

Hanna Jensen, forkvinna í Mentanarnevndini, bjóðar vælkomin

Næmingar hjá Jón Eliasen og Benjamin Djurhuus spæla gittar
Næmingar hjá Jón Eliasen spæla klaver
Næmingar hjá Magnhild Bólstein framføra dans
Framsýning av handaligum arbeiði

Øll eru hjartaliga vælkomin til framsýningina.

Search by