Konsert: Renessansuluttur verður handaður tónlistaskúlanum

Eysturkommunu Tónlistaskúli hevur fingið eina serstaka gávu, nevniliga ein lutt, sum er eitt renessansu-streingjaljóðføri. Tann gávumildi gevarin er ein kvinna í Svøríki.

Framsýningarkonsert verður í býráðshúsinum í Norðragøtu mánakvøldið 2. mai kl. 19, har tónlistalærarin, Bo Isholm, spælir á luttin og greiðir frá, hvussu hann endaði í Føroyum, hvussu hann skal nýtast í Tónlistaskúlanum í Leirvík og Gøtu, og hvat hetta í roynd og veru er fyri eitt ljóðføri.

Síðani verður lutturin formliga handaður Tónlistaskúlanum í Eysturkommunu.

Næmingar í tónlistaskúlanum, foreldur og annars øll áhugað eru vælkomin til hesa forkunnugu konsert og framløgu, og tað er ókeypis atgongd.

Search by