Kavarudding

Mannagongd og raðfesting fyri kavarudding

Einans brekkur verða saltaðar

Í vanligum kavaveðri taka maskinurnar hjá Eysturkommunu sær av ruddingini. Tá talan er um stórkava, verður hjálp tilkallað uttanífrá.

Tá ið ruddað verður, er tað eftir hesari raðfesting, sí viðfest kort.

Saltað verður eftir somu raðfesting sum við kavaruddingini, tó verða bara brekkurnar saltaðar.

Maskinurnar eru stórar og trongt er at grava. Vit biða tí vinarliga um, at maskinurnar fáa frið og pláss at arbeiða. Heitt verður á borgarar at hugsa seg um, hvar bilarnir verða settir, tá kavi legst. Borgarin skal grava fyri egnum bili, so hann fæst av vegnum.

Annars eru saltkassar settir ymsa staðni til borgarin at brúka, tá tað er neyðugt. Hav í huga, at lítið salt skal til fyri at smelta ísin.

Boða frá, um vegur ikki er grivin.

Legg til merkis, at grevsturin verður skipaður eftir raðfestingini omanfyri.

Search by