Jólatrøini verða tendrað

Eins og undarfarin ár, verða jólatrøðini í Eysturkommunu  tendrað.

Í Leirvík verður træið tendrað týsdagin, 01. desember kl. 19:00. Gerhard Mikkelsen, heldur røðu og kórið Eystanljóð syngur.

Við Gøtugjógv verður træið tendrað mikudagin, 02. desember kl. 19:00. Eiler Hansen heldur røðu og kórið Gøtu Kirkju Ungdómskór syngur.

Vegna umstøðurnar við Korona, verða eingir jólamenn og jólabollar/kakao bjóða í ár. Fyriskipararnir fara at leggja seg eftir at deila mannamúgvuna í smærri bólkar fyri at minka um smittuvanda.

Search by