Jólaskipið á Leirvíksfirði og jólamenn vitja grannaløg í Eysturkommunu

Vit hava tey gleðiboð at bera, at mikudagin 22. desember kl. 17:00 kemur jólaskipið at sigla gjøgnum Leirvíksfjørð og kemur at nærkast landi, tó uttan at leggja at bryggju, orsakað serligu støðuna viðvíkjandi korona. Tí vilja vit heita á børn og vaksin um ikki at samlast í ov stórum bólki á sjálvari kajuni, men eygleiða tað, sum fer fram umborð á jólaskipinum í smáum bólkum runt um í bygdini.

Jólamenn fara tó at vitja grannaløg í øllum bygdunum í Eysturkommunu við jólapakkum. Teir koyra runt við brandbilinum og við góðum jólahýri.

Soleiðis vitja jólamennirnir:

Leirvík

Kl. 17:30 Á Sýnini
Kl. 17:40 Bóndagerði
Kl. 17:50 Giljagarður
Kl. 18:00 Millum Svalir
Kl. 18:10 Á Gøtuteigi

Norðagøta

Kl. 18:30 Gøtubrá
Kl. 18:40 Rokoko
Kl. 18:50 Við standmyndina

Gøtugjógv

Kl. 19:05 Við skúlan

Syðrugøta

Kl. 19:20 Við sandin
Kl. 19:30 Garðagøta

Undir Gøtueiði

Kl. 19:45 Millum Gerðini

Search by