Hetta er tíðin, tá skøran stendur í besta blóma. Vøkur kann hon tykjast á at líta, men hon skapar stórar avbjóðingar um hon ótarnaða sleppur at vaksa. Skøran spjaðir seg sera skjótt. Hon køvir annan lægri vøkstur og kann leggja stór økir undir seg eftir stuttari tíð.
Tí er umráðandi, at skøran verður tikin upp ella týnd. Hetta er galdandi á egnum øki, vegnum, gøtum og á traðum ymsa staðni í kommununi.
Hetta kunnu vit gera fyri at forða fyri at skøran sleppur at vaksa og nørast:
Man kann eisini taka blomstrini og burturbeina tey. Hetta ger, at tá eru eingi fræ og kann plantan tá ikki nørast, rótin fær ikki føði og doyr.
Tað er umráðandi, at vit í felag kunnu halda vøksturin á skøruni niðri, soleiðis at hon ikki ger óneyðugan skaða á okkara umhvørvi. Tí heitir kommunan á borgara um at forða fyri at skøran sleppur at vaksa og nørast á egnum privatum øki, meðan kommunan tekur sær av kommunalum økjum. Tað er bert vit, sum kunnu gera nakað við hetta, tí hvørki seyður, neyt ella onnur djór eta skøru.
Borgarar, sum leggja til merkis at skøran spreiðir seg á kommunalum øki eru vælkomin at boða kommununi frá á tlf. 730000 ella senda ein teldupost til eystur@eystur.fo