Gunnar Olsen nýggjur tilbúgvingarleiðari hjá Eysturkommnu

Eysturkommuna hevur sett Gunnar Olsen sum tilbúgvingarleiðara hjá Eysturkommunu.

Gunnar er 55 ára gamal og er upprunaliga útbúgvin bilmekanikar. Eftirfylgjandi hevur hann tikið útbúgving innan tilbúgving og tyrlu – og ambulansatænastu.

Gunnar hevur nógv tey seinastu árini arbeitt sum leiðari hjá Siemens AG í Aalborg, og hevur harfrá  royndir innan leiðslu og tilbúgving.

Eisini var Gunnar ein partur av brunatilbúgvingin hjá táverandi Gøtu kommunu – eisini sum leiðari.

Gunnar byrjar í starvinum sum tilbúgvingarleiðari 01. November 2023.

Eysturkommuna bjóðar Gunnari vælkomnan og ynskir honum hepna hond í nýggja starvinum.

Search by