Grundøki í Leirvík til sølu til íbúðarbygging

Vegna Eysturkommunu verður ognin matr. nr. 339ap, Leirvík, til støddar 1.535 m2, boðin til sølu til íbúðarbygging.

Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar. Hetta kann vera eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir.

Kommunan setir sum treyt, at tað verða millum 8-10 íbúðir í verkætlanini. Byggingin skal vera fjølbroytt við ymiskum íbúðarstøddum, har atlit verður tikið til umhvørvið og útsýnið. Dentur verður lagdur á, at byggingin tekur seg væl út, er í høgari góðsku og fellur væl inn í landslagið.

Fyrispurningar viðvíkjandi sølutreytunum/útbjóðingini kunnu sendast til SÓKN Advokatar, att. Eyðbjørn Larsen, adv., Jekaragøta 10, postboks 258, 110 Tórshavn, telefon 660500 ella 219325 og teldupost eyl@sokn.fo.

Sølutilfarið fæst somuleiðis við at venda sær til SÓKN Advokatar.

Øll, sum vísa útboðnum áhuga, kunnu við at skráseta seg hjá SÓKN Advokatum fáa skrivliga kunning um settar fyrispurningar og svar. Kunningin er navnleys.

Freistin at lata inn skrivlig boð er mánadagin, tann 4. januar 2027, kl. 12:00.

Search by