Gjái fyllir 20 ár

Tann 1. februar fylti dagstovnurin Gjái 20 ár. Í hesum sambandi bjóðaði dagstovnurin til hátíðarhald í kirkjukjallaranum við Gøtugjógv. Eini 200 fólk vóru við til hátíðarhaldið, har framsýning var av ymsum kreavitum, sum børnini á Gjáa hava gjørt seinastu mánaðirnar.

Tað skapanarliga fyllir nógv á Gjáa, ið sær seg sum fyrsta lærustovn hjá barninum. Og einki er av tilvild. Seinastu mánaðirnar hevur føroyska málið verið í fokus, og framsýningin avspeglaði hetta. Harafturat sungu børnini tveir sangir – Vestan fyri Mykines og Veturin kom við kulda og kava,  báðir avspegla tíðina. Súlan kom í januar og januar mánaður var eisini merktur av kulda og kava.

Hátíðarhaldið varð eisini merkt av, at 5 starvsfólk vórðu heiðraði fyri at hava 20 ára starvsdag á dagstovninum. Hesar kvinnurnar hava arbeitt á dagstovninum síðan hann lat upp tann 1. februar 2000. Tær fingu hvør sína gávu, meðan øll hini starvsfólkini eisini fingu hvør sína rósu sum viðurkenning fyri teirra stóra arbeiði.

20 ára starvsdagur fyri (t.h.) Marjun Hansen, Gudny Justinussen, Beinta Justinussen, Marita J. Olsen og Andreu D. Poulsen.

Søgan um Gjáa

Dagstovnurin lat upp júst eftir aldarskifti og hevur verið við Gøtugjógv síðan byrjan. Bygningurin, har dagstovnurin húsast, var upprunaliga ein svimjihylur, síðan studentaskúli, dagtilhald og nú dagstovnur í 20 ár. Nú gleða tey seg til, at Gjái flytir inn í nýggj stásilig høli, nú kommunan hevur sett gongd á byggingina av nýggjum dagstovni við Gøtugjógv.

Navnið Gjái er 10 ára gamalt. Tað var á 10 ára føðingardegnum hjá dagstovninum í 2010, at nýggja navnið varð avdúkað. Ein navnakapping varð fyriskipað, og millum 10 uppskotini átti Rúni Bjarkhamar vinnandi uppskotið: Gjái. Tá navnið varð avdúkað, fortaldi Rúni fylgjandi søgu um Gjáa:

Hvør er Gjái? Fá hava sæð hann, færri hava hoyrt hann. Ein genta, ið eitur Sólrun, og sum eg kenni, sigur, at bara Ólavur hvíti, sum livdi um ár 1030, og ein gomul kona, sum búði í Blásastovu fyrr í tíðini, hava sæð Gjáa. Hann er abbasonur Festir, sum er undan Festirsteini í Ambadali og ommusonur Reipu, ið er ættað undan Reipsáfossi við Fjallavatn. Og so eigur hann eitt systkinabarn, Beinálv, ið er undan Beinisvørði, og sum er so sterkt. at tað knógvar Brynjumannaborði í Mannafelsdali. Og tað er ikki lítið. 

Gjái býr í Gøtugjógv. Allan dagin fæst hann við at røkja og røkta allar blómurnar og urtirnar, sum vaksa um alla ta longu gjógv. Sortugrøs, trøllakampar, tyrislurt og hjálpirøtur. Hann hevur ein langan stiga, sum abbin hevur gjørt honum, og við honum røkkur hann upp á hvønn rókarkneysa at taka burtur illgresi, sum vil týna blómurnar. Og alla tíðina syngur hann. Hann syngur um vøkstur og vár, hann syngur um síl og svínasóljur. Og tað segði ein drongur, sum eitur Páll, og sum býr í teimum grønu húsinum við reyðum vindeygurm, at eingin, ikki so frætt sum Eivør, syngur so væl sum Gjái. Hann hevðí hoyrt hann syngja eina jóanasøkunátt í fyrrárið. Páll mintist hetta ørindi úr sanginum hjá Gjáa: 

Allar blómur við teigar og gil, 
sum tú í sóljukrans binda vil, 
tær eins og mannabørn slóu ein ring, 
ein ring sum rakk allan heim íkring. 

Og skuldi tú onkuntíð hitt Gjáa, so sig honum, at hitt húsið, har børnini tekna og spæla og eta vaflur viðhvørt, nú eitur eftir honum. Tá verður hann glaður og gevur tær eitt tyssi av smærubrá at seta í vindeygakarmin í tínum kamari.

Rúni Bjarkhamar

Nógv hugtikin av arbeiðsháttinum á Gjáa

Seinastu 10 árini hevur Gjái koyrt við einum serligum námsfrøðiligum arbeiðshátti við íblástri frá Reggio Emilia hugsanini. Hendan tekur støði í barninum, nærumhvørvinum og samfelagnum, vit liva í. 

Ígjøgnum árið fara børnini ígjøgnum 6 grundarsteinar: 

  1. Sosialur førleiki (juli/august)
  2. Kroppur og rørsla (september/oktober)
  3. Mentanarligir úttrykkshættir og virði (november/december)
  4. Mál (januar/februar)
  5. Náttúran og náttúrufyribrygdir (mars/apríl)
  6. Barnsins persónliga fjølbroytta menning (mai/juni)

Hvørt ár vitja læraraskúlanæmingar og starvsfólk frá øðrum dagstovnum Gjáa fyri at fregnast um arbeiðsháttin, ið hevur eydnast serstakliga væl, fortelur Dagbjørt Ólavsdóttir, sum hevur verið leiðari á Gjáa síðan 2010. Tað hoyrist, at hon er eldhugað og hevur nógvar visjónir fyri arbeiðinum á dagstovninum. 

Næsti kapittulin

Føðingardagurin tann 1. februar í ár varð hildin í kirkjukjallaranum, tí hølini hjá dagstovninum við Gøtugjógv ikki hava nakað felagshøli til tíllík tiltøk. Tí er hóskandi, at næsti kapittulin hjá Gjáa verður í nýggjum hølum tætt við gjónna og niðanfyri hugnaligu viðarlundina við Gøtugjógv. 

Nýggi dagstovnurin verður uml. 1.300 fermetrar í tveimum hæddum og kemur at hýsa 4 barnagarðsstovum og 4 vøggustovum, íalt 8 stovur við tilhoyrandi inngongd, vesir, gardrobur, goymslurúm. Frammanfyri bygningin, verður í báðum hæddum útlagt eitt spæliøki. Dagstovnurin kemur at rúma íalt 112 vøggustovu- og barnagarðsbørnum, umframt einum stavsfólkahópi á uml. 30 fólk.

Search by