Fyrilestur við Hávardi Vatnhamar

Mánakvøldið 18. oktober kl. 19:30 verður forvitnisligur fyrilestur í Miðhøllini í Leirvíkar skúla.

Tað er leirvíkingurin Hávard Vatnhamar, sum í summar umboðaði Føroyar á Paralympisku leikunum í Tokyo, sum vórðu hildnir í august/september mánaði.

Hávard kemur at greiða frá sínum lívi og um, hvussu hann hevur sett sær mál, og hvussu hann hevur arbeitt fram ímóti at røkka hesum málum.

Hávard, sum sleit sínar barnaskógvar í Leirvík, flutti, saman við familjuni, til Danmarkar, tá hann var 14 ára gamal. Ein arbeiðsvanlukka gjørdi, at Hávard misti høgra arm.  Hóast skerdar førleikar, hevur

Hávard prógvað, at man kann seta sær stór mál og stremba eftir at náa tey, sum luttøkan á Parolympisku leikunum er eitt prógv um.

Hávard er stoltur av at vera føroyingur og Hávard kemur eisini at greiða frá, hvønn týdning tað hevur fyri hann, at umboða Føroyar í tí hann ger.

Fyrilesturin er ókeypis, men høvi verður at lata ein peningagávu til Svanur, sum er felag í Eysturoynni, fyri børn, ið bera brek!

Search by