Freistin at søkja um stuðul til mentanarlig tiltøk og frítíðarvirksemi er 01. februar 2021

Eysturkommuna veitir á hvørjum ári stuðul til mentanarlig tiltøk og frítíðarvirksemi, ið eru viðkomandi fyri Eysturkommunu.

Talan er um tvær umsóknarfreistir á hvørjum ári – 01. februar og 01. september.

Reglugerð til mentanar – og frítíðarvirksemi er at finna á https://www.eysturkommuna.fo/fritid-og-mentan/

Oyðiblað, sum er at finna og takast niður á https://www.eysturkommuna.fo/oydublod/umsokn-um-studul-mentanarlig-tiltoek-fritidarvirksemi/ skal sendast til studul@eystur.fo

Umsóknin verður síðan løgd fyri Mentanarnevndina til støðutakan. Umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi 4 vikur eftir umsóknarfreistin er farin.