Fjald Jól – Útgávutiltak

Forlagið Leirkerið hevur júst útgivið bókina „Fjald Jól“, sum Pól í Skorini hevur umsett til føroykst. Í tí sambandi verður útgávutiltak leygardagin 12. desember frá kl. 14:00 á Bátasavninum í Leirvík.

Á tiltakinum greðir Pól í Skorini frá, um nýggju bókina, og Bárður á Lakjnuni syngur nakrar sangir. Høvi verður at keypa bókina og ein góður drekkamunnur verður eisini at fáa.

Um bókina:

Í bókini fer Timothy Keller aftur um hugtøkini og pakkar jólaboðskapin so væl upp fyri okkum, at vit betur skilja, hvat jólini veruliga snúgva seg um. Bókin er meir enn ein jólabók. Hon avdúkar loyndarmálið um, hví hin stóri Gud trínur inn í søguna, verður okkum líkur og letur seg føða sum barn í krubbu og doyr sum brotsmaður á krossi. Hon viðger grundleggjandi sannleikar í kristnu trúnni, ið altíð eru aktuellir og veruliga hava týdning, eisini tá ið jólini eru farin afturum, og grái gerandisdagurin byrjar aftur.

Ókeypis atgongd.

Vegna Covid-19 er neyðugt við tilmelding. Tilmelding fer fram á leinkinum niðanfyri: https://batasavn.atgongumerki.fo/?eventId=1183619

Search by