Ferðast tryggari í Eysturkommunu

Í dag fer nýtt átak av bakkastokki í Eysturkommunu. Endamálið er at gera tað tryggari at ferðast í Eysturkommunu, bæði til gongu, á súkklu og við bili.

Vit eru mangan skjót at irreterast inn á, hvussu onnur koyra ov skjótt, seta bilin illa fyri ella ganga í myrkum klæðum um kvøldið. Men fyri at skapa tryggari umstøður í ferðsluni, mugu vit byrja við okkara egnu atferð og spyrja okkum sjálvi: “Hvussu kann eg vísa størri ábyrgd í ferðsluni?”

Átakið hevur 6 høvuðsboðskapir, ið eru fortreytir fyri tryggari ferðslu:

  1. Nýt endurskin í myrkri – so síggja onnur teg
  2. Nýt gonguteigin – so kemur tú trygt yvirum vegin
  3. Nýt trygdarbelti – so verjir tú teg sjálvan
  4. Nýt hjálm, tá tú súkklar – so verjir tú høvdið
  5. Halt teg til hámarksferðina – so verjir tú hini
  6. Parkera bilin, har loyvt er – so ert tú ikki til ampa fyri onnur

Í hesum sambandi hava vit sent ein flogseðil út til øll húsarhald í kommununi, ið er ætlaður til at hanga uppá køliskápið ella annað sjónligt stað heima við hús. Við at gera flogseðilin sjónligan heima við hús, minnir tú bæði børn og vaksin í húskinum á at hugsa um hesi viðurskifti hvønn dag. Vit ynskja øll, at onnur eru meira varin í ferðsluni; men hetta má byrja við okkum sjálvum.

Átakið verður sjónligt næstu vikurnar við plakatum ymsastaðni í kommununi, á Facebook, á okkara heimasíðu (har tú finnur ymsar eyka upplýsingar) og vónandi eisini á tykkara køliskápi. Vónandi vilt tú vera við til at gera tað tryggari at ferðast í Eysturkommunu.

Les meira um tryggari ferðslu í Eysturkommunu.

Search by