Nýt endurskin
Ert tú til gongu í skýming ella myrkri, eigur tú at nýta endurskin. So síggja bilførarar teg, og hetta kann forða fyri ferðsluóhappi.
Ert tú til gongu í skýming ella myrkri, eigur tú at nýta endurskin. So síggja bilførarar teg, og hetta kann forða fyri ferðsluóhappi.
Nýt gonguteig fyri at sleppa tvørturum vegin. Er eingin gonguteigur, so far tvørturum, har sýnið er gott. So kemur tú trygt yvirum.
Trygdarbeltið kann hava avgerandi týdning fyri, um tú kemur óskalað frá einum óhappi, ella tú fært álvarsligan løst – eisini tá tú bert skalt ein stuttan túr.
Súkkluhjálmurin verjir høvdið, um tú ert fyri óhappi á súkkluni. Brúkar tú hjálm, minkar vandin fyri løsti á høvdið við 60-80%.
Rennir tú á fólk til gongu við 40 km/t, er vandin hjá fólkinum til gongu at doyggja umleið 30%. Rennir tú á fólk til gongu við 50 km/t, er sami vandin umleið 70%.
Bilar, ið standa illa parkeraðir, kunnu elva til ringt sýni fyri aðrar bilførarar. Gang heldur nakrar eyka minuttir og set bilin, har hann ikki er til ampa fyri onnur.
Í einum lítlum landi sum Føroyum sparir tú millum sekund og fáar minuttir við at koyra skjótari, enn hámarksferðin loyvir. Minst til, at spardu sekundini standa ikki mát við váðan!
Flestu ferðsluóhapp í Føroyum henda á kommunalu vegunum. Tað vil siga á vegi, har tað í mesta lagi er loyvt at koyra 50 km/t. Trygdarbeltið ger størstan mun, tá ferðin er hóvlig.
Tað er, at kalla, ógjørligt at síggja svørt klæði á einum myrkum vegi. Dámar tær ikki ljósar buksur, far so í einar við t.d. neonlittum strípum ella við endurskinum.
Samanstoytur við 50 km/t uttan trygdarbelti samsvarar við eitt frítt fall úr 10 metra hædd. Nýt trygdarbelti, so verjir tú teg sjálvan.
Bilførarin hevur ábyrgd av, at børn undir 15 ár eru rætt íbundin. Børn undir 135 cm skulu vera íbundin í góðkendari trygdarútgerð, sum hóskar til vekt og hædd.
Ein leysur hundur, sum vigar 20 kilo, verður sendur fram við eini megi samsvarandi til 786 kilo, tá ein bilur bráðsteðgar við 50 km/t. Tað kann kosta lív – bæði hjá hundi og ferðafólki.
Brúkar tú endurskin í myrkri, minkar vandin fyri at fáa skaða til gongu í ferðsluni við uml. 85 %, sambært norska Transportøkonomisk Institutt (TØI).
Síðani 1986 hava 56 fólk, sum ikki hava sitið íbundin, latið lív í ferðsluni (mai 2015). Mett verður, at helvtin av teimum høvdu verið á lívi í dag, høvdu tey brúkt trygdarbelti!
Annarhvør súkklari, sum endaði á skaðastovu í Danmark í 2010, hevði heila- ella skallaskaðar. Umleið helvtin av teimum hevði sloppið undan løsti, um tey brúktu hjálm.