Mynd: Folkakirkjan.fo

Eldragudstænasta og hugni í Fuglafjarðar kirkju

Mánadagin tann 28. oktober kl 15:00 bjóðar Nánd saman við Fuglafjarðar kirkju eldri borgarum til eldragudstænastu í Fuglafjarðar kirkju.

Sungnir verða lættir sálmar, og Anne Mette Greve Clemensen heldur eina prædiku.

Eftir gudstænastuna eru øll boðin til ein góðan drekkamunn í kirkjukjallaranum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Nánd og Fuglafjarðar kirkja

Search by