Einki barnaansingargjald meðan dagstovnar eru stongdir

Foreldur í Eysturkommunu skulu ikki rinda barnaansingargjald, um børn ikki gera brúk av dagstovnaplássinum í tíðarskeiðinum, har dagstovnarnir veita skerda tænastu vegna COVID-19.

Til dømis hava dagstovnarnir verið stongdir í 2 vikur í mars mánaði. Hetta merkir, at foreldur einans rinda hálvt ansingargjald fyri mars.

Dagstovnavirksemi er fyribils skert fram til 13. apríl eftir tilmæli frá heilsumyndugleikunum. Hetta merkir, at dagstovnarnir bert kunnu taka ímóti børnum, hvørs foreldur skulu røkja arbeiðsligar skyldur, ið neyðugar eru í samfelagnum, og tí hava tørv á dagstovnavirksemi til teirra børn.

  • Hetta er galdandi fyri børn í vøggustovu og barnagarðs aldri, sum lúka krøvini omanfyri.
  • Børn í forskúlaaldri kunnu koma í forskúla fyrrapart og í frítíðarskúla seinnapart, um tey lúka krøvini omanfyri.
  • Børn í frítíðarskúlaaldri, 1. og 2. flokkur, kunnu koma í skúla fyrrapart og í frítíðarskúla seinnapart, um tey lúka krøvini omanfyri

Hvørjar arbeiðsligar skyldur eru roknaðar sum neyðugar?

Dagstovnar, skúlar og frítíðarskúlar taka ímóti børnum upp til 2. flokk, tá ið foreldur onga aðra loysn hava enn at senda børn síni í skúla ella á stovn.

Talan kann vera um foreldur, hvørs størv fevna um samfelagsligar kjarnuuppgávur og -veitingar, m.a. í heilsuverkinum, innan eldraøkið, løgreglu, kriminalforsorg, tilbúgving, ruskkoyring, handilsvinnu, flutning, útflutningsvinnu, almennan tíðindaflutning og annað.

Um foreldur, hvørs starv fevnur um tílíkar kjarnuuppgávur og –veitingar, ongan annan møguleika hava at fáa børn síni ansað, er hendan serskipanin galdandi.

Meira kunning kann lesast um átøk í samband við COVID-19 her.

Search by