Earth Hour í Eysturkommunu

Í samband við altjóða átakið Earth Hour, fara vit í Eysturkommunu at sløkkja gøtuljósini, fyri at stuðla átakinum. Hetta gera vit m.a. fyri at seta sjóneykuna á umhvørvið og jørðina.

Leygardagin 28. mars hava tit øll møguleika fyri at vera við í hesum átaki. Tað einasta tit skulu gera, er at sløkkja ljósini í ein tíma frá kl. 20.30-21.30.

Fyrireikararnir handan átakið, WWF, siga soleiðs:
“Earth Hour er tímin, har fólk kring allan heimin sløkkja ljósini, til frama fyri jørðini. Vit skulu endurreisa sambandi til okkara felags gongustørnu – móður jørð. Tískil sløkkja vit ljósini og birta vón”.

Eysturkommuna sløkkir ljósini og birtir vón til ársins Earth Hour leygardagin 28. mars kl. 20.30-21.30

Samstundis vilja vit heita á allar borgarar, bæði tey í bili og til gongu, um at vera eyka varin hesa løtuna ljósini eru sløkt.

Search by